Bátastevnan

Bátastevnan 2008 í Vestmanna nærkast.

Nú styttist tíðin til árliga Bátastevnan verður í Vestmanna. Í ár verður Bátastevnan leygardagin 24. maj. Hetta er 7. árið á rað, at Bátastevnan verður hildin í Vestmanna. Streymurin verður góður hendan dagin, og vónandi verður eisini veðrið til vildar, og fyrireikararnir síggja fram til, at nógvir bátar fara at leita sær til Vestmannar til hugnaliga samverðu, tónleik og sang. Undanfarin ár hava eisini fólk við kampingvognum, motorsúklum og fólk á hestbaki umframt onnur vitja stevnuna, og eru hesi aftur í ár hjartaliga vælkomin.

Bátastevnan í Vestmann er størsta bátastevnan í Føroyum, og runt um landi frættist, at bátaeigarar og bátafeløg eru farin at rigga seg til, til henda dag. Luttøkan plagar at verða góð, upp í 200 bátar úr øllum landinum hava sett stevnu í Vestmanna.

Allir bátarnir savnast við Fútaklett. Gamli postbáturin “Ólavur” tekur ímóti og skipar innsiglingina til Vestmanna. Komnir at bryggju verður suppa við meir til luttakandi fólkið. Um kvøldi verður skipa fyri stóra Bátastevnudansinum í Ítróttarhøllini, har teir vælumtóktu lokalu dansibólkarnir, Brigde og Thunderbirds, spæla til dansin. Undanfarin ár hava nógv fólk møtt til dansin, og høllin er altíð fullsett.

Fyrireikingarnar til Bátastevnuna er komnar væl áleiðis. Millum annað verður gjørt klárt til at leggja bátabrúgvarnar út aftur, á sama hátt sum undanfarin ár. Hetta verður gjørt fyri at hava so góð atløguviðurskifti, sum gjørligt. Trygdin verður eisini sett í hásæti. Millum annað verða vaktarfólk á bryggjuni alla náttina. El-skáp verða sett upp, soleiðis at bátarnir kunnu fáa el umborð. Eisini verður øki til kampingvognar gjørt klárt við skipasmiðjuna, har hesir kunnu fáa bæði el og vatn.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum á kajøkinum og í Ítróttarhøllini, bæði fyri vaksin og børn. Millum annað verða grillaðir búffar at fáa á kaiøkinum, og um dagin verða ymisk tiltøk í Ítróttarhøllini fyri børn. Somuleiðis verður møguligt at bíleggja rundstykkir til sunnumorgunin.

Tónleikur verður á kaiøkinum, og seinni um kvøldið verður eisini fýrverk. Tá stevnan nærkast, verður endalig skrá fyri Bátastevnuna 2008 kunngjørd.

Vestmanna Ítróttarfelag væntar, at tiltakið fær minst líka góða undirtøku sum undanfarin ár, og bjóðar hervið øllum vælkomnum á Bátastevnu 2008 í Vestmanna, leygardagin 24. maj 2008.