BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Beinir, Maria og Rakul Ró á Staðnum

08.01.2015





 

Sunnudagin kl. 18 fara tríggjar av okkara best dámdu ungu songrøddum á pallin á Staðnum í Vestmanna.

Eftir eina konsert í Spaniastovu í Klaksvík fyri jól og 3 útseldar konsertir á Reinsarínum í Havn í nýggja árinum, eru Maria á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir boðin at koma til Vestmanna at syngja. Tey fara saman við góðum tónleikarum at framføra burturúr rúgvuni av frálíkum løgum, sum tey hava sungið seinastu 2-3 árini. Maria á Lakjuni fer at syngja løg av fløguni Vøkur er verðin, og Beinir fer at syngja løg av fløguni Kom við. Báðar fløgurnar komu út í 2013. Rakul Ró fer at syngja sínar kendu Kularøtur-sangir. Eisini fara øll 3 at syngja nøkur løg saman. 

Atgongumerki á 60 kr. fyri børn og 80 kr. fyri vaksin fáast til keyps á Kommunuskrivstovuni tlf. 770 100. 

Á myndini eru tey, frá vinstru, Rakul Ró, Rani, sum er trummusláari hjá teimum, Maria og Beinir.