BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Bilvrak aftur í grótbrotinum uttanfyri Grønanes

21.07.2005

Fyri góðum tveimum vikum síðan, skrivaðu vit her á síðuni um, hvussu gott tað var at fáa rudda upp í grótbrotinum uttanfyri Grønanes. Tíverri eru tað ikki allir borgarar okkara, sum hava serliga virðing fyri slíkum tiltøkum. Tí longu í gjár (21. juli 2005) stóð hesin bilurin - sum er at meta sum eitt bilvrak! – í hesum ruddiliga umhvørvinum, sjálvt um vit hava sett skrivligar ávaringar á garðin, um at tílíkt órudd verður ikki góðtikið á økinum.

 

Upplýsast kann her, at Vestmanna Kommuna hevur brúkt nógvan pening í ár, fyri at fáa skil uppá øki, sum hevur verið sera óruddiligt í nógv ár. Hetta er skattaborgarans peningur vit arbeiða við, so gott hevði verið um øll høvdu hugsað um hetta í framtíðini. Vit hava nógv annað at brúka skattakrónurnar til í bygdini, enn órudd.

 

Bilvrakið er í dag beint av vegnum fyri eigarans rokning!