BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bindikvøld í Miðhøllini

27.11.2010

Mikukvøldið 1. desember 2010, verður bindikvøld á bókasavninum. Bókasavnið hevur í tí sambandi opið mikukvøld hesa vikuna, og ikki mánakvøld. Latið verður upp kl. 17.00.

Kl. 19.00 kemur Annika Skaalum at halda ein fyrilestur um bindiklubbar í Føroyum. Hetta tiltak verður í Miðhøllini. Annika hevur skrivað ritgerð á Fróðskaparsetrinum um hetta evnið.

Møguleiki verður at síggja og/ella læna tær bøkur vit hava um binding og annað handarbeiði, og eisini verður ein kaffimunnur við onkrum afturvið at fáa. Vónandi møta tit fjølment.