BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bingjupláss


Havnarnevndin og tekniska deild arbeiða í løtuni við at skipa pláss í grótbrotinum í Stóragerði til at seta bingjur á.

Ætlanin er, at tey, sum hava bingjur í styttri ella longri tíðarskeið, ella eiga bingjur, skulu kunna leiga seg inn á økið.

Leigan er í løtuni 100,- kr um mánaðin.

Tá økið er skipað, verður ikki loyvt at hava bingjur standandi aðra staðni í kommununi.

Heitt verður á tey, sum hava bingjur ella ætla at útvega bingjur til eitt nú reiðskap, útgerð, amboð ella annað, um at venda sær til teknisku deild hjá kommununi soleiðis, at finnast kann útav tørvinum.

Tekniska deild hevur telefon nr. 470115 ella 230115 og teldupost: jr@vestmanna.fo.