Bingjupláss

16.11.2005

Í sambandi við umleggingar á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, verða broytingar gjørdar í ruskinnsavning og móttøkuni á bingjuplássinum.

 

IRF boðar í skrivi frá, at í viku

46 verða bingjurnar á bingjuplássinum ikki tømdar.

 

Heitt verður tí á fólk, um at amarkað nøgdirnar av burturkasti í hesum tíðarskeiði.

 

Roknað verður við at ruskinnsavningin verður sum vanlig frá 21. november 2005.

 

Innsavningin av gráa posanum verður sum vanlig.