BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Birita er Ársins songrødd 2009

15 ára gamla Vestmannagentan Birita Poulsen vann finaluumfarið í Ársins Songrødd 2009, ið varð hildið í Fuglafirði leygarkvøldið.

Umframt at vera kosin ársins songrødd 2009 vann Birita 10.000,- kr, og hon sleppur eisini at framføra á festivalinum Við Múrin.

Høvið verður at hoyra Biritu syngja í morgunsendingini á Rás 2 í morgin, týsdagin 5. mai. Harumframt ber til at hoyra Biritu á Staðnum mikukvøldið kl. 19.30, tá ið konsert verður Terja Rasmussen og Jens Marna saman við Factor 4.

Frá Vestmanna Kommunu vilja vit ynskja Biritu hjartaliga tillukku, og vóna at hoyra nógv til hana í famtíðini.

 

 

 

 

 

 

Á myndini syngur Birita saman við Jens Marna.