BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Bókainnsavning

25.03.2012

Eftir páskafrítíðina verður farið undir at fríðka um gongina hjá 1.-3. flokki í Vestmanna skúla. Millum annað er ætlanin at hava eitt lítið bókasavn á gongini, soleiðis at næmingarnir kunnu hugna sær við eini bók í fríkorterinum.

Í hesum sambandi verður skipað fyri bókainnsavning í skúlanum mikudagin 28. mars kl. 17-18. Henda dagin eru øll hjartaliga vælkomin á gongina hjá 1.-3. flokki við øllum sløgum av barnabókum, ið hóska seg til børn í 6-9 ára aldri.

Vinarliga
Lærararnir