BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Brøðrasamkoman evangelisk møtir í auluni

Komandi vikuskifti, 28.-29. mars, skipar Brøðrasamkoman fyri eini møtirøð í Auluni í Vestmanna Skúla.

Leygarkvøldið 28. mars kl 20
Evangeliskt møti. Sangluttøka verður við Jógvan Mortensen úr Klaksvík, sum hevur sungið og spælt nógv á slíkum møtum.

Sunnukvøldið 29. mars kl 18
Evangeliskt møti. Sangluttøka verður við Kristinu Bærendsen o.ø.

Tað verður ein kaffimunnur til øll eftir møtini og møguleiki fyri samtalum og forbøn.
Talarar til møtini vera Rógvi Joensen, Bogi Simonsen, Dia á Roykheyggi og onnur.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini.

Vegna fyrireikararnar
Rógvi Joensen