BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Broytingar á Staðnum eftir summarfrítíðina

Í kvøld 8. juli 11 er seinasta kvøld, Staðið hevur opið áðrenn summarfrítíðina.
Staðið letur upp aftur mánakvøldið 15. august 11.

Avmarkingar fyri 7. flokk
Staðið er ætlað ungum í aldrinum frá 7. flokki til og við 18 ár.

Tá ið nýggju brúkararnir úr 7. flokki aftaná summarfrítíðina fara at koma á Staðið, sleppa tey at brúka húsið mánakvøld og týskvøld. Eldru brúkararnir sleppa inn hvørt kvøld, opið er.

Neyðugt er at gera hesa avmarkingina á brúkið hjá teimum yngstu brúkarunum, tí tað hevur víst seg, at tá ið 7. floks næmingarnir sleppa at brúka húsið, duga nøkur teirra sær ikki hógv. Hetta hevur gjørt, at fleiri av teimum eldru brúkarunum hava hildið seg vekk. Hesa gongdina ynskja vit at broyta, og mugu tí avmarka atgongdina hjá teimum yngstu brúkarunum.
Men um alt gongur gott í heyst, kann hurðin gloppast enn meira aftaná jól.

Avgerðin er tikin eftir ynski frá verandi brúkarum í framhaldsdeildini í samráði við mentanarnevndina hjá Vestmanna Kommunu.