BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Brunatrygd

07.12.2005

Í sambandi við alt tosið um brunatrygd á ansingarstovnumum í

landinum, hevur almenningurin fingið tað fatan, at tað er beinleiðis hættisligt at lata síni børn verða ansaði á flestu barnagørðum í Føroyum - eisini í Vestmanna. Tað skal tí hervið boðast frá, at í Vestmanna er trygt at lata síni børn ganga í barnagarð. Bæði Gjáarlon og Látipípan eru av Brunaumsjón landsins og Arbeiðseftirlitinum, góðkendir sum ansingarstovnar. Við hesum eigur alt tosið um brunatrygd á dagstovnunum í Vestmanna, at verða jarðað.