BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bryggjan á bátastevnuni

15.05.2012

Nú er hon aftur, tann sera væl umtókta Bátastevnan í Vestmanna!  Bátastevnan í ár er drúgvari enn vanligt, tí halgidagur er hósdagin, og hjá fleiri byrjar hon tí longu nú mikukvøldið 16. mai og endar ikki fyrrenn einaferð sunnudagin 20. mai.

Fyrireikarnir hava longu boðað frá, at báta- og kampingplássini eru meiri umbiðin enn nakrantíð, og tí eru fortreytirnar fyri uppaftur einari fantastiskari Bátastevnu tryggjaðar.

Bryggjan fer aftur í ár at spíla seg út til árligu Bátastevnuna. Bryggjan er savningarstað hjá vestmenningum og øðrum uttanbýggja gestum, men Bryggjan er nógv meiri enn bara eitt vanligt vertshús. Hon kann kalla seg barr/pub, matstova, fótbóltscafé og staðið har fólk hittast at stytta sær stundir. Eisini hevur Bryggjan lagt hølir til eitt ótal av tiltøkum, so sum tónleikaframførslur, pubquis, mótashow, ølsmakking, matkvøld og mangt, mangt annað.

Nú stendur Bátastevnan so fyri durum, og Bryggjan er til reiðar við spennandi og góðum tiltøkum fyri øllum bátastevnugestum.

Upp- og afturlatingar tíðir á Bátastevnuni :

  • Mikudagin 16. mai, kl 18.00 - 24.00
  • Hósdagin 17. mai, kl 18.00 - 24.00
  • Fríggjadagin 18. mai, kl 15.00 - 04.00
  • Leygardagin 19. mai, kl 15.00 - 04.00
  • Sunnudagin 20. mai, kl 15.00 - 24.00

Hóskvøldið kl 21.00 skipa John og Hilbert fyri spurnarkapping (pubquis). Teir báðir hava áður stílað fyri líknandi kappingum, og hava tær verið væl eydnaðar. Fólk hava rættiliga hugna sær, og spurningarnir eru soleiðis háttaðir, at øll kunnu vera við, -ikki bara vestmenningar!

Fríggjadagin lata upp vit kl 15.00, og kl 23.00 er dansur við "Roler Band," sum Jens Marni, Pauli Magnussen og Brandur Jacobsen manna. Jens Marni hevur fleiri ferðir áður spælt á Bátastevnini, og tað er fyri fullum húsið hvørja ferð. Pauli og Brandur eru heldur ikki hvørjir sum helst, og eru teir nakrir av okkara allar fremstu tónleikarum. "Roler Band" borgar fyri eini framúr góðari dansi- og tónleika uppliving.

Leygardagin er, sum vant, nógv á skránni. Bátarnir savnast við Fútaklett kl 14.30 og stevna inn á Vestmanna kl uml. 15.30. Vit lata upp í góðari tíð, kl 15.00. Og hóast tú ert á Bátastevnu í Vestmanna, so ber væl til at síggja brakið av einari Champions League-finalu í fótbólti á stórskíggja! Kl 19.00 byrja vit at vísa upptaktina til Champions League-finaluna í fótbólti ímillum Chelsea og Bayern Munchen. Sjálvur dysturin fer í gongd kl 19.45.

Eftir Champions League-finaluna verður dansur við Vestmanna-bólkunum Brim og Moonshot. Brim leggur fyri, og teir ið manna bólkin hava spælt saman í nógv ár, og eru nógv umbidnir kring alt landið. Síðani taka Moonshot yvir. Teir í Moonshot eru longu gamlir í garði. Av tí at tveir teirra nú búgva niðri, spæla teir ikki so regluliga saman, men til hettar høvið savnast teir aftur. Oddamaðurin, Jóan Magnus Danielsen, er vorðin eitt stórt navn her hjá okkum, og hevur hann júst framført á Country-festivalinum í Havn. Hettar eru alt tónleikarar, ið vita hvat tað snýr seg um, og tí kunnu øll, bæði yngri og eldri gleða seg til eitt lívligt og undirhaldandi kvøld, har góðskukendur tónleikur fer at seta sín týðiliga dám á.

Tær vælumtóktu pitsurnar vera at fáa á Bryggjuni á Bátastevnuni. Bryggju-pitsurnar hava fingið sera gott orð á seg, og eftirspurningurin hevur verið øgiligur. Nú hava so gestir frá nær og fjar møguleikan at royna tær.

Bryggjan ynskir øllum eina góða Bátastevnu 2012!