BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Buckwald

25.10.2005

Nógv munnu minnast okkurt til "Buckwald", sum var Inni á Fjørð og sum var heldur keðiligt umdømi fyri bygd okkara. Tað gamla er farið og nýggjar tíðir eru komnar. Eisini tí hugburði sum viðvíkir renovatión og avleiðingar tess fyri náttúruviðurskifti okkara. Tíbetur kann sigast.

Vestmanna Kommuna hevur tí sett sær fyri, at fáa kannað gamla ruskpláss okkara - sum í dag er tyrvt undir fótbóltsvøllinum Inni á Fjørð - fyri at fáa staðfest, um til hevði borði at brúkt okkara ídnaðarøkið meira skilagott. Vit tosa um einar 9000 m², sum í dag liggur óbrúkt, og lítla nyttu fyri nakran. Tað er í hesum sambandi, at tað nú um dagarnar verður royndargrivið á økinum, fyri at meta um nøgdir og møguleikarnar at gera øki sum vanligt ídnaðarøki.