BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Bygdarhúsið!

29.01.2007

Sum flest øllum kunnugt hevur Vestmanna Kommuna keypt bygdarhúsið.

Ætlanin er at brúka húsið sum ungdómshús.

Fyri hálvum øðrum árið síðani heittu foreldur at ungdómum á kommununa um at útvega ungdómunum hølir til ymist frítíðarvirksemi. Um sama mundi gjørdist møguligt at keypa bygdarhúsið. At fáa keypið uppá pláss tók kortini sína tíð, og ikki fyrr enn seint seinasta heyst varð húsið tinglisið til kommununa. Fyrireikingar eru byrjaðar til tess, at ungdómurin kann í næstum kann byrja virksemi í húsunum.

Tíverri visti tað seg, tá brunamyndugleikar herfyri vóru og sýnaðu bygningin, at ikki øll brunaviðurskifti eru í lagi, men kommunan vónar, at samstundis sum hesi viðurskifti verða fingin í rættlag, kann bygningurin í aðrar mátar gerast til reiðar.

Tá bygningurin einaferð er klárur at taka í nýtslu, er ætlanin at hava opið gerandiskvøld. Ætlanin er, at ungdómurin skal skipa fyri ymiskum undirhaldi, spølum og samveru av ymiskum slag. Eisini skal verða møguligt at arbeiða við teldum, at hyggja eftir sjónvarpi á stórskíggja o.a.l.

Møguligt skal eisini vera hjá ungdómunum at venja tónleik í húsunum. Ætlanin er at fáa serkøn at skipa venjingina.

Eisini er ætlanin, at tey ungu skulu kunna skipa fyri smærri mentunartiltøkum, eitt nú smærri konsertum, framsýningum o.l.

 

Á fundi herfyri vórðu tvær nevndir valdar: ein fyri tey ungu og ein fyri foreldrini.

 

Fyri tey ungu vórðu vald Silja Rógvadóttir, Rúni Nielsen, Magnus á Rógvi og Viviann Petersen.

 

Fyri foreldrini vórðu vald Gyðja Hjalmarsdóttir, Marin í Niðristovu, Pauli Magnussen, Pauli Petersen og Jón Mikkelsen.

 

 

Ætlandi skulu nevndirnar saman við Mentunarnevndini hjá kommununi gera ein leist, eftir hvørjum virksemið í húsinum skal skipast. Tað verða tó tey ungu sjálvi, sum koma at standa fyri dagliga virkseminum í húsinum!