BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Bygdarráðsfundur útsettur

Bygdarráðsfundurin, sum skuldi vera týskvøldið 30. august '11, er útsettur.

Fundurin er útsettur, tí kommunumálaráðharrin/mentamálaráðharrin, almannamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin í næstum fara at kunna kommunurnar um ætlaðu kommunusamanleggingina, broytt ábyrgdarbýti millum land og kommunur (geva kommununum eldrarøktina at umsita) og kanska okkurt annað.
Bygdarráðið heldur, at tað er skilabest at fáa hesa kunning fyri komandi bygdarráðsfund, tí ætlanin er at viðgera vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging á fundinum.

Harumframt eru ongi átrokandi bygdarráðsmál, sum ikki tola at bíða. Kunnað verður um, nær útsetti bygdarráðsfundurin verður.