BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Bygdarráðsfundurin í juni útsettur

16.06.2010

Bygdarráðsfundurin, sum er settur at vera týskvøldið 22.06.’10, verður útsettur til antin mánadagin 05.07. ella týsdagin 06.07. – nærri boð um dagsetingina koma á heimasíðuni og í talvuni uttan fyri Kommunuskrivstovuna.

Ymsar orsøkir eru til útsetingina, m.a. at tilboðini upp á at byggja røktarheimið verða latin upp 30.06., neyðugt hevði tí undir øllum umstøðum at havt bygdarráðsfund í juli. Bygdarráðsfundurin í mai varð útsettur í uml. 1½ viku, tí verður nevndarviðgerðin heldur stutt, um bygdarráðsfundur verður longu 22.06.

Nevndarfundir verða í viku 25. Mál, sum skulu fyri á nevndarfundi, mugu vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juni kl. 12.