BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Café 2000

05.03.2010

Næmingarnir í 10. flokki í Vestmanna Skúla arbeiða í hesum døgum við eini verkætlan, har endamálið er at lata eina Café upp.

Tey skulu gera alt tað, sum vinnulívið vanliga ger í sambandi við at seta eitt virki á stovn. Tvs. at tey hava sett eina leiðslu, ein bólkur arbeiðir við reklamum, ein annar við tiltøkum og ein hevur ábyrgdina av øllum innkeypi. Síðsta hond er um at vera løgd á fyrireikingarnar, og Miðhøllin verður karmur um "Café 2000", sum letur upp sunnudagin 7. mars kl. 14.

Nógv er gjørt burturúr Café'ini. Umframt at næmingarnir fara at selja kaffi, kakao, bollar, ís, bomm, sjokolátu o.a., verður eisini skipað fyri fleiri tiltøkum. Á skránni verður m.a. livandi tónleikur, biografur og ymisk spøl s.s. Gæt og grimasser.

Upplatingartíðir á Café 2000 eru hesar:
sunnudagin frá kl. 14-18
mánakvøldið frá kl. 17-21
týskvøldið frá kl. 17-21.