BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Café í handlinum hjá Niels hjá John

05.07.2012


Nú letur kaféein niðri í fjørðuni í Vestmanna upp fyri summarið. Kom ein túr oman í gulu húsini og vitja. Kom og drekk kaffi - ella okkurt annað, kom og hoyr tónleik, upplestur ella okkurt triðja.

Um tú hevur hugskot til hvat vit áttu at hoyrt, sæð ella upplivað, ella ...um tú hevur hug til at framføra okkurt av tí, tú brennir fyri, er tú meir enn vælkomin at nýta hølini sum pall.

Leygarkvøldið 7. juli kl. 19.00 verður fernisering við málningum hjá Ludvíki Breckmann.
Skráin fyri restina av summarinum verður kunngjørd seinni :)

Á Fjarðastevnu er opið soleiðis:
Fríggjadagin 06.07.12: 17.00 - 04.00
Leygardagin 07.07.12: 14.00 - 04.00
Sunnudagin 08.07.12: 14.00 - 23.00

Mán. - hósd. er er opið: 14.00 - 23.00.

Fríggjadagin 13.07.12: 14.00 - 04.00
Leygardagin 14.07.12: 14.00 - 04.00
Sunnudagin 15.07.12: 14.00 - 23.00

Upplatingartíðir eftir henda dato verða kunngjørdar seinni.