BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Countryfestivalur

06.09.2005

Nógvar kendar føroyskar country- og gospelrøddir og góðir tónleikarar verða at hoyra á country-festivalinum í Vestmanna 17. september. Undan festivalinum vitja fleiri teirra í Nashville, Tennessee, sum er altjóða háborgin hjá country-tónleikinum.

                      Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Hallgrím Miðberg, Magni Christiansen, Jóannes Ólavsson og Jákup Zachariassen eru allir kendir frá countrytónleiki og gospeltónleiki. Teir verða at hoyra á countryfestivalinum, men undan festivalinum fara teir í tveimum bólkum til Nashville, har teir millum annað fara í upptøkuhølir. Helst koma teir aftur fullir av íblástri til countryfestivalin í Vestmanna, ið ivaleyst kann metast sum føroyska háborgin hjá countrytónleikinum.

                      Aðrir sangarar og tónleikarar á festivalinum verða Jóan Magnus Danielsen, Sólvá Ford, Øssur Christiansen, Ólavur Øster, Jónleif Jensen, Petur Jacobsen, Eyðun Johannesen, Jógvan Olsen og Pauli Magnussen.

 

Eg siti so eina

Tann kendasti føroyski country-sangurin, "Eg siti so eina", hevur sín uppruna í Vestmanna. Hallgrím Miðberg, sum er vestmenningur, yrkti sangin í seksti-árunum, tá country- og rokktónleikurin blómaði í bygdini. Á festivalinum fer hann at syngja sín egna sang saman við Vestmonnum, sum veruliga gjørdu sangin kendan í áttatiárunum, tá teir góvu hann út á plátu.

Skráin fyri festivalin er í fýra pørtum. Martin Joensen fer at undirhalda á Fjørðukrónni seinnapart leygardag. Klokkan 20.00 verður Country-gospel konsert í ítróttarhøllini. Eftir konsertina verður "countrylive" á Bryggjuni, og undan dansinum, sum byrjar í ítróttarhøllini um miðdnáttarleitið, verður framsýning í "line-dansi". Fólk, sum fara á skeið í "line-dansi" í Vestmanna vikuskiftið 9. og 10. september, fara saman við øðrum line-dansarum at vísa síni dansikynstur. "Line-dansur" verður á skránni nakrar ferðir undir almenna dansinum.

 

Kampingpláss

Á festivalinum verður havnarlagið mitt í Vestmanna skipað sum kampingpláss, og sostatt verður møguligt at fara á countryfestivalin við húsvogni.

                      Umframt tónleikin, verður borðreitt við góðum mati. Á Fjørukrónni verður meksikanskt sjálvtøkuborð, og matur verður eisini seldur aðrastaðni í bygdini. Fyrireikararnir siga, at alt verður at fáa til "cowboyarar" hendan dagin, uttan hestarnir, sum teir sjálvir mugu hava við.

Ætlanin er, at Countryfestivalurin verður eitt afturvendandi tiltak tíðliga um heystið fyri ikki at órógva summarfestivalarnar og stevnurnar.

Ein arbeiðsbólkur, sum javnan hevur skipað tiltøk fyri VÍF og onnur feløg í Vestmanna, fyrireikar festivalin. Í ár hevur bólkurin valt at lata avlopið av tiltakinum fara óskert til Vestmanna Talvfelag.

 

 

Vegna fyrireikararnar

Páll Hellu, tel.: 42 41 54, fartel.: 25 20 54, teldupostur: hellu@post.olivant.fo