BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Country á Staðnum

Seinasta árið hava nógvar konsertir verið á Staðnum - jazzur, fólkatónleikur, rockur, poppur og techno. Nú er túrurin komin til countrykongin Hall Joensen, sum fer at hava konsert á Staðnum hóskvøldið 19. november kl. 20.

Hallur er m.a. kendur fyri løgini Kiss ein Eingil og tulkingina av lagnum Seven Spanish Angels. Hallur er harumframt aktuellur við nýggju fløguni, Smíl, sum kemur í sølubúðirnar um fáar dagar.

Møguliga hevur Hallur nakrar fløgur við til Vestmanna hóskvøldið.

Kostnaður: 14-18 ára gomul 50 kr. Vaksin 100 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin - eisini tey vaksnu.