OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Covid-19 - Vestmanna Kommuna varisliga upp aftur í ferð

17.04.2020


 

Mánadagin 20. apríl 2020 fara Føroyar spakuliga og varisliga upp aftur í ferð og tað sama ger Vestmanna Kommuna.

Dagstovnaøkið
Dagstovnaøkið (Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan) letur upp aftur mánadagin 20. apríl 2020. Virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at reinføri er í hásæti, børnini vera í smærri bólkum og roynt verður at vera úti so nógv sum til ber.

Vestmanna Skúli
Frá mánadegnum 20. apríl 2020 kunnu 1. - 3. flokkur møta í skúla frá 8.00-12.00 hvønn dag. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at reinførið er í hásæti, og næmingarnir verða býttir upp í smærri bólkar.

Meira kunning sæst á heimasíðuni vestmannaskuli.fo.

Kommunuskrivstovan
Kommunuskrivstovan letur upp tann 20. apríl 2020.
Opið er gerandisdagar kl. 9.00 – 15.00. Telefonin svarar á 770 100, og telduposturin vestmanna@vestmanna.fo verður lisin regluliga.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vísa varsemi, tá ið tey koma innum.

Havnarskrivstovan
Kommunuskrivstovan letur upp tann 20. apríl 2020.
Opið er gerandisdagar kl. 9.00 – 15.00. Telefonin svarar á 770 120, og telduposturin vh@vestmanna.fo verður lisin regluliga.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vísa varsemi, tá ið tey koma innum.

Skilagátt
Skilagátt er opið sum vant: mán. – frí. kl. 16.00 – 18.00 og ley. kl. 14.00 – 17.00.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vera varin og gera skjótt av, tá ið tey eru við burturkasti.

Barnatannrøktin
Barnatannrøktin byrjar spakuliga aftur frá mánadegnum 20. apríl 2020.


Hesi kommunalu tilboð og tænastur vera framhaldandi stongd, fyrbils fram til 4. mai 2020.


Ungdómshúsið Staðið
Staðið er stongt fyribils.

Vestmanna Kvøldskúli
Skeiðini vera ikki aftur. Kvøldskúlin byrjar aftur við nýggjari skrá í heyst.

Vestmanna Bókasavn
Bókasavnið er stongt fyribils.

Musikkskúlin
Boð koma í komandi viku (viku 17) um, hvørt undirvísingin verður tikin uppaftur ella ikki. Eru spurningar, kunnu tit ringja til undirvísaran hjá barninum ella til Atla Petersen, leiðara.

Ítróttarhøllin
Ítróttarhøllin verður ikki útleigað fyribils.

Fimleikahøllin/svimjihylurin
Fimleikahøllin/svimjihylurin vera ikki útleigað fyribils.

Dagtilhaldið
Dagtilhaldið er stongt. Byrjað verður aftur í september.

Undirhúsið
Undirhúsið er stongt fyribils.

  

Vestmanna Kommuna