BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.04.2019

Deyðadansurin 3.0 - í Vestmanna

05.02.2019





 

 

TVAZZ (FO) + TEATER INSITE (SE) + TEATERGRAD (DK) bjóðar tær vælkomin í veitslu!

DEYÐADANSURIN 3.0

Strindberg klassikari við mati og drekka

Edgar og Alice hava bjóðað 40 gestum í silvurbrúdleyp í bygdahúsinum, kokkurin er úr Svøríki og vinmaðurin Kurt er veitslustjóri. 25 ár í viðgongd og mótgongd skulu nú feirast við manér.

Hetta verður ein minnilig veitsla við øllum tí góða: 4 rættum, drekka, dansi, røðum og sangi, karaoke! - umframt alt tað óvæntaða, sum prutlar undir lokinum. Sum kvøldið líður fáa kærleiki og hatur fríar teymar og veitslan verður ein vígvøllur. Spæl og veruleiki, fortíð og nútíð, andstygd, vónbrot, beiskleiki, lygn og kúgan, hvørt um annað, avdúka ein deyðadans, sum seint verður gloymdur. Man kærleikin hava nakran kjans?

Føroyski bólkurin TVAZZ, svenska Teater Insite og danska Teatergrad taka kvørkratak um 100 ára gamla leikin eftir August Strindberg. Deyðadansurin 3.0 er ein norðurlendsk samtíðartulking av kenda parlagsleikinum hjá Strindberg og hvat eru 100 ár, tá ið vit tosa um algildu evnini sum kærleika, hatur, erotikk, øvund, dreymar... jú neymit!

Tú kæri áskoðari ert boðin við í silvurbrúdleypið og skalt minnast til at vera í veitslulag og veitsluklæðum- og hava eina gávu við til silvurbrúðarparið. Gávan er okkurt grønmeti, sum kokkurin borðeiðir fyri okkum á forkunnuga  veitsludøgurðanum, tað kann vera eitt epli, eitt kálhøvd, ein gularót ella annað grønmeti.








 

 




 






 

 

Á og handan pall:
Leikarar: Gunnvá Zachariasen (FO), Ulver Skuli Abildgaard (DK) & Matthias Hahne Thorbjörnsson (SV) Leikstjóri: Pelle Nordhøj Kann (DK)
Handritaviðgerð: Sosha Teperowska (DK)
Scenograf: Ilkka Häikiö (SV)
Menudesigner: Miia Suhonen (SV)
Kokkur: Soniya Sjöberg
Framleiðarar: Teater Insite (Svøríki), TVAZZ (Føroyar) & Teatergrad (Danmark)

Sýningar og støð:
Mikukvøldið 27. februar  kl. 19.00    Skúlakantinan í Vestmanna
Hóskvøldið 28. februar   kl. 18.30    Royndarhúsið í Nólsoy
Fríggjakvøldið 1. mars    kl. 19.00    Sjónleikarhúsið í Havn
Leygarkvøldið 2. mars    kl. 19.00    Norðurlandahúsið, Skálin
Sunnukvøldið 3. mars     kl. 19.00    Mentanarhúsið í Fuglafirði
Mánakvøldið 4. mars      kl. 19.00    Skótahúsið við Løkin í Runavík
Týskvøldið 5. mars         kl. 19.00    Bygdahúsið í Hósvík
Hóskvøldið 7. mars        kl. 19.00     Seglloftið í Tvøroyri

Prísur: 300 kr. stk. (døgurði íroknaður)
Longd: Umleið 2 tímar og 45 minuttir  (døgurði íroknaður).
Aldursmark: 16 ár og uppeftir.
Mál: Spælt verður á donskum, svenskum – og sindur á føroyskum.
Matur: Um tú ikki tolir ávísan kost, mást tú boða okkum frá á dodsdansen3.0@gmail.com í seinasta lagi dagin fyri sýningina.
Atgongumerki fáast EINANS í undansølu á www.atgongumerki.fo
Fá atgongumerki eru til hvørja sýning, so tað ræður um at skundar sær at tryggja sær atgongumerki.

Ummælarar og áskoðarar siga um Deyðadansin 3.0:

Nsk.se här har ni det bästa på scen i 2018

” ...Interaktiv teater när den fungerar som bäst”.

”Helt otrolig upplevelse, jag säger bara wow. Jag är helt tagen och det tror jag alla var i publiken.”

”Jösses vad bra det var! -//- Mer än bara nöjd. Lyrisk.”

” jag tänker fortfarande på gårdagens underbara kulturupplevelse. -//- Det var något av det häftigaste jag upplevt i teaterväg. Vilken fantastisk kväll vi fick. Vilken upplevelse! Jag hittar inte ord! Jag bara njöt, varje sekund av föreställningen (det gjorde nog alla). Det var så kul, och man bara deltog i allt, som den naturligaste saken i världen, det kändes verkligen som en riktigt fin fest.
Samtidigt en så otroligt bra och stark pjäs, med fantastiska skådespelare, fantastiska rollprestationer. -//- detta borde ingen vettig människa vilja missa.”

”Ni har verkligen sparkat liv i dödsdansen. Den lever! Den sprakar. Den engagerar. Det trodde jag aldrig att jag skulle säga om dödsdansen.”

”Alltså- detta med att vara med vid denna alldeles extraordinära föreställning Dödsdansen 3.0 är jag evigt tacksam över. Vilken upplevelse! Jag är totalt nockad. Måste ses och upplevas! -//- Bravo!”

”Hade ingen aning om vad som väntade. På hemsida står det bland annat ”…ett omslutande verk där gränserna mellan aktörer och publik suddas ut och en gemensam festmåltid dukas upp!” Men inte kunde jag ana hur delaktiga vi alla skulle vara i denna silverbröllopsmiddag. Har haft så kul, många skratt och en häftig upplevelse!! Gott var det också. Tack!!”

”Ikväll har jag sett föreställningen Dödsdansen 3.0 en upplevelse över alla förväntningar. Om ni vill uppleva något helt nytt, något ni aldrig gjort tidigare då får ni inte missa detta. Jag är fortfarande helt tagen, chockad och lycklig.”

”Teaterfolk! Och även ni andra. Gå och se den här uppsättningen. Dödsdansen av August Strindbergär kanske inte en pjäs man tältar utanför biljettkassan för. MEN den här uppsättningen -//- var helt fantastisk. Och god mat (vegetarisk) fick du också. Du blev helt enkelt inbjuden till ett kalas. Edgar och Alice kalas. Haffa en biljett omedelbums!”

"Alltså shit! Jag sitter fortfarande här helt stum. Det var verkligen annorlunda. Så glad att jag gick. Så häftigt!”

”Sitter här hemma fortfarande lite tagen och chockad men med ett stort leende. Vilken häftig totalt annorlunda kväll med Dödsdansen!! Hälsa skådisarna att de var grymma. Haft så roligt!”

"Helt otrolig upplevelse, jag säger bara wow. Jag är helt tagen och det tror jag alla var i publiken.”