Dreingir 16 hjá VÍF kunnu gerast føroyameistarar

13.04.2012

Leygardagin 14. apríl '12 kl. 18.00 verður hondbóltsdystur í Ítróttarhøllini í Vestmanna.

Talan er um liðini dreingir 16 hjá VÍF og H71.

Hetta er seinasti dysturin í deildini og eisini avgerandi dysturin um føroyameistaraheitið.

Heitt verður á vestmenningar um at møta fjølmentir fyri at stuðla okkara liði!