BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Drekkivatnið reint aftur

08.10.2015

Seinasta royndin, ið var tikin av drekkivatninum í gjár 7. oktober, vísir, at vatnið nú aftur er reint. Tí er ikki longur neyðugt at kóka drekkivatnið.

Mannagongdin, tá ið royndir av drekkivatninum vísa, at bakteriur eru í vatninum, er, at kommunan mælir borgarunum til kóka drekkivatnið, til tað aftur er reint.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til, at kommunan tekur tvær royndir, sum báðar skulu vísa, at vatnið aftur er reint, áðrenn man boðar frá, at tað ikki longur er neyðugt at kóka drekkivatnið. Tað seinna svarið kom nú fyrrapartin.