BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Drekkivatnið

14.09.2015

Vatnroynd frá týsdegnum 8. september vísti, at bakteriur vóru í vatninum.
Hetta fekk kommunan at vita hósdagin, og gjørt varð vart við hetta alt fyri eitt á heimasíðuni, eins og lýst varð í útvarpinum.

Nýggj vatnroynd varð tikin fríggjadagin. Úrslitið av hesi fingu vit leygardagin, og úrslitið vísti, at nú vóru ongar bakteriur í vatninum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tó mælt kommununi til at taka eina nýggja roynd í morgin, týsdagin 15. september. Til vit hava fingið úrslitið av hesi roynd, verður framhaldandi heitt á borgararnar um at kóka vatnið.