Drotning Margretha og Prins Hendrik til Vestmanna

27.06.2010

Mánadagin 28. juni koma Drotning Margretha og Prins Hendrik til Vestmanna.

Almenn móttøka verður uttanfyri Fiskinvinnuskúlan kl. 15.00, har tey verða móttikin av Karl A. Olsen borgarstjóra og bygdarráðnum.
Aftaná verður rundvísing inni á Fiskivinnuskúlanum, har ið Jákup Andreasen, skúlastjóri, greiðir frá um skúlan.

Kl. 15.30 fer Drotning Margretha á Søgusavnið, har ið Herleif Hammer, søgufrøðingur, greiðir frá um savnið saman við Gunnar Skúvadal.

Kl. 16.15 vitjar Drotning Margretha Vestmanna Kirkju. Í kirkjuni greiða Astrid Andreasen listarkvinna, og Palle Gregoriussen, arkitektur, frá um kirkjuna.

Kl. 15.30 fer Prins Hendrik at vitja Mýruverkið, har ið rundvísing verður. Eisini fer Hákun Djurhuus, stjóri á SEV at greiða frá um SEV og framtíð Føroya á orkuøkinum.

Kl. 16.30 vitjar Prins Hendrik Staðið. Pauli Magnussen, leiðari á Staðnum, og Evelyn Gaard, formaður í Mentanarnevndini, taka ímóti og vísa runt í húsinum.

Vitjanirnar enda umleið kl. 16.45.

Kl. 19.30 er Vestmanna Kommuna vertur til døgurða inni á Fiskivinnuskúlanum.
Døgurðin endar umleið kl. 21.30.

Dannebrog kemur á Vestmanna fyrrapartin mánadagin, og verður liggjandi til týsmorgunin.

Týsmorgunin kl. 9.20 fara drotningarhjúnini við báti frá gomlu ferjuleguni inni á Fjørð til Vestmannabjørgini og hiðani til Kolturs.