Duettin í Vektarbúðini

19.10.2015

Mikukvøldið 21. oktober, kl. 2000, verður konsert við Duettini í Vektarbúðini.

Í Duettini eru vestmenninginum Ovin Klein Olsen og danska Pia Kamp Brincker.

Tey bæði hava spælt saman í fleiri ár, og hava eisini givið út fløgu saman. Tað er í samband við konsertferð í Føroyum, at tey hava konsert í Vektarbúðini.

Á konsertini fara tey at spæla egin løg, men tulka eisini løg hjá øðrum.

Kostnaðurin fyri konsertina er 80,- kr. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.