Earth Hour 2010

26.02.2010

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 23. februar at taka lut í Earth Hour 2010, sum verður hildið leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30.

Vestmanna Kommuna fer at taka lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini í bygdini hendan tíman, umframt at eggja borgarunum til sjálvi at taka lut við at sløkkja ljósið við hús.

Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.

31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin.

Fleiri Earth Hour tiltøk hava verið hildin síðani tá, m.a. á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember í fjør.

Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni http://www.earthhour.org/