BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Earth Hour 2010

Komandi leygarkvøld 27. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna á fyrsta sinni í Earth Hour tiltakinum.

Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum við at sløkkja ljósið við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendrað hetta kvøldið kl. 21.30).

Um Earth Hour
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið vón, ikki ótti, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.

31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin.

Fleiri Earth Hour tiltøk hava verið hildin síðani tá, m.a. á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember í fjør.

Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org