BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Earth Hour 2012

30.03.2012

 

Komandi leygarkvøld 31. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna á triðja sinni í Earth Hour tiltakinum.

Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum við at sløkkja ljósið við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendrað hetta kvøldið kl. 21.30).

Um Earth Hour
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.

31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin.

Fleiri Earth Hour tiltøk hava verið hildin síðani tá, m.a. á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember í fjør.

Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org