OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Earth Hour 2020

28.03.2020


 

 

 

 

Leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna í Earth Hour tiltakinum. Vestmanna Kommuna hevur luttikið í Earth Hour tiltakinum síðani 2010.

Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendra hetta kvøldið kl. 21.30.)

Sangløta í myrkri
Kl.20.30 til 21.30 verður ein serlig sangløta. Signar í Homrum og John Johannesen kom at syngja sangir úr Okkara sangbók. Sangløtan verður útvarpað á nærvarpinum Staðið FM 101, og hetta verður tí eitt serstakt tiltak, ið er ætla øllum vestmenningum.

Veðrið letur til at vera gott í kvøld, tí vóna vit, at hetta kann minka um tí kensluliga frástøðuna í hesum coronatíðum. Við hesum kunnu vit vera saman, hvør sær.

Møguleiki verður at senda smsir við heilsanum ella onkra skemtusøgu til 770160 ella teldupost til durita.aug@vestmanna.fo.

Um Earth Hour 
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.

31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin. 

Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org og á www.sluklyset.dk