BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

EINKI ORÐ í Vektarbúðini

10.04.2015

EINKI ORÐ í vektarbúðini 16. apríl kl. 20.00

Samleiki, trúgv, muslimar og samkynd 

EINKI ORÐ er ein rørandi, upplýsandi og fangandi søga um 24 ára gomlu kvinnuna, Hannah, ið upplivir harðan mótgang fyri sína muslimsku trúgv beint eftir 9/11 yvirgangsálopið í New York. Hannah upplivir stóran mótgang í lívinum, serliga tá hon sum ung genta verður gift - ímóti sínum vilja - við einum harðligum manni. Tá tað seinni kemur fram at Hannah er samkynd, venda maðurin, familja og vinfólk henni bakið. 

EINKI ORÐ hevði frumsýning á Tjóðpalli Føroya í Novembur 2014 og varð sera væl móttikin. Brot úr ummælinum hjá Beatu L. Samuelsen:
" Sóley Danielsen megnar við leikinum ”Einki Orð” at lata seg í leiklutin sum muslimska Hannah. Sorgin, gleðin, barndómurin, áðrenn og eftir deyða móðir hennara, endurspeglast í andlitsbráðum Sóleys eins og hugsunarsami atburðurin hennara á pallinum. Hon hevur góða tíð. Einki hevur skund. Áskoðarin kann á henda hátt liva seg inn í tankarnar, sum aftur og fram og við fullari ferð, reika runt innan í tí ungu kvinnuni. Alla tíðina er hon trúføst móti islam og Allah, hóast hóttanin um deyðarevsing hongur yvir høvdinum á henni hvønn einasta dag. Vegna samleika sín sum samkynd og sum ikki passar inn í muslimsku trúnna, vendir familjan Honnuh bakið." 

Sóley Danielsen spælir leiklutin sum Hannah, umframt at eisini spæla hinir 10 leiklutirnir í leikinum. Íslendski leikstjórin Jenný Laurá hevur leikstjórnað leikin og sniðgivið pallsetingina. Jákup Bernhard Brim hevur týtt leikin til føroyskt. Tónleikin hevur Per I. Højgaard Petersen gjørt. Leikurin er skrivaður á gerandis máli og er lætt skilligur. Uppruna heitið á leikinum er ”No Word in Guyanesse for me” og er skrivað av rithøvundanum Wendy Graf.   

Leikurin er ikki dømandi mótvegis nakrari trúðargrein og kemur ikki til nakra beinleiðis niðurstøðu um hvat er rætt ella skeivt. Leikurin eggjar til kjak og gevur áskoðarunum upplýsing um tveir minnilutabólkar: islam og samkyndleika