Eisini í 2014 vaks fólkatalið í Vestmanna

27.02.2015

Íbúgvaratalið í Vestmanna Kommunu vaks í 2014 við 14 fólkum; úr 1201 tann 1. januar 2014 til 1215 tann 31. desember 2014. 

Í 2014 vórðu 15 børn fødd í Vestmanna, meðan 8 fólk doyðu. Tvs. at burðaravlopið var +7.
69 fólk flutt úr kommununi, meðan 76 fólk fluttu til. T.v.s. at nettotilflytingin í 2014 var +7. Fólkatalið í Vestmanna Kommunu vaks sostatt við 14 íbúgvum, svarandi til +1,2%. 

Tær fimm kommunurnar við størst fólkavøkstri í 2014 eru:
Tórshavnar Kommuna: +312 fólk, 1,6%
Runavíkar Kommuna: 70 fólk, 1,9%
Eystur Kommuna: 67 fólk, 3,5%
Vága Kommuna 29 fólk, 1,5%
Nes Kommuna: 26 fólk, 2,2% 

Samlaða fólkatalið í landinum tann 31.12.2014 var 48.714. Talan er um ein fólkavøkstur í árinum upp á 543 fólk, svarandi til 1,1%. 

Vestmanna Kommuna er nøgd við vøksturin, ið svarar til miðalvøksturin fyri samlaða fólkavøksturin í landinum. Somuleiðis fegnast vit um, at hetta er triðja árið á rað, at fólkatalið í kommununi er vaksið.