BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Elbilur í Vestmanna

08.02.2010

Elfelagið SEV hevur leigað tríggjar Citröen C1 EVie elbilar. Ætlanin er, at bilarnir skulu royndarkoyrast av einstaklingum, fyritøkum og stovnum komandi mánaðirnar.

Tann eini el-umbygdi Citröen C1-bilurin er nú komin til Vestmanna. Frá mánadegnum til mikudagin í komandi viku (8. – 10. febr.) ber til at koma á Kommunuskrivstovuna at síggja bilin. Er ynski um at sleppa at royndarkoyra bilin, verður tað avtalað við Finnboga Joensen, umsjónarmann
(tlf. 770 129).

Um bilin
Citröen C1 EVie er ein vanligur Citröen C1, sum er umbygdur til elbil. Elmotorurin er upp á 30 kw ella 51 hk, og bilarnir kunnu koyra millum 80 og 100 km upp á eina løðing.