BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Eldraøkið

VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænstu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um:

- Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
- Heimahjálp
- Heimasjúkrarøkt
- Venjingar / ergo- og fysioterapi 
- Matútbering
- Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri. 

Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.

Heimasíðan hjá heimatænastuni í VEKS sæst á veks.fo