BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

El-skipanin í bátahylinum

10.01.2007

El-skipanin í bátahylinum er nú umsíðir fingin at virka!

El-skipanin er ein kortskipan, har bátaeigari, sum ynskir streym umborð á bátin, kann útvega sær eitt kort frá havnarskrivstovuni. Kortið sjálvt kostar 50 kr at útvega sær, og síðani kann við telduskipan “fyllast” á kortið fyri upphædd, sum viðkomandi sjálvur ynskir. Kortið verður síðani brúkt í einum av el-skápunum í bátahylinum. Tá kortið er tømt, kann "fyllast" á aftur á havnarskrivstovuni.

Kaðalin frá el-skápinum og umborð á bátin útvegar viðkomandi sjálvur, og kaðalin liggur fyri egna ábyrgd. Kaðalin skal tó leggjast soleiðis, at hann í minsta mun er til ampa fyri onnur, sum ganga á bátabrúgvunum.

Havnarskrivstovan gevur vegleiðing í at brúka kortið, og boð frá havnarskrivstovuni skulu neyvt fylgjast.