BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Endurskinskapping í Vestmanna Skúla

05.11.2013

Vestmanna Skúli hevur í fleiri ár skipað fyri endurskinskapping millum flokkarnar.

Endamálið er at varpa ljós á, at børnini skulu síggjast í ferðsluni, og við at skipa hetta sum eina kapping eru tað næstan 100% av næmingunum, sum hava endurskin hvønn dag.

Endurskinskappingin byrjaði mánadagin 4. november og heldur fram til 14. februar, og er skipað soleiðis, at hvønn morgun kannar lærarin, hvør ið hevur endurskin á sær, tá ið møtt verður í skúla.

Stóri finaluvinningurin er ein hugnadagur á skúlanum við t.d. filmi og øllum góðum, viðri á kr. 500. Harumframt fær vinnandi flokkurin steypið.

Seinasta ár vóru tað fýra flokkar, sum høvdu havt endurskin uppiá allar dagarnar, kappingin vardi. Eftir lutakastið var tað táverandi 4. flokkur, sum streyk avstað við vinninginum.

Vestmanna Skúli hevur rós uppiborið fyri átakið, og við hesum vilja vit minna okkum øll á at nýta endurskin og at ansa eftir hvøjrum øðrum í ferðsluni, nú dagarnir styttast.

Á myndini er 5. flokkur, sum seinasta vetur vann endurskinskappingina í Vestmanna Skúla.