BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Familjudagur og neytamykjukapping

Í sambandi við at 1. HIF á Fiskivinnuskúlanum skal á námsferð skipar flokkurin fyri familjudegi og neytamykjukapping inni við Fiskivinnuskúlan leygardagin 19. mars kl.14.00.

Á skránni verður loppumarknaður, tombula, kafé og fiskibrunnur og nógv annað til børnini. Um veðrið verður til vildar, verður eisini ATV koyring, fyri bæði vaksin og børn, uttanfyri skúlan!

Eisini verður tann væl umtókta neytamykjukappingin, har høvi verður at vinna eina kúgv av Sandi. Hin helvtin av kúnnið verður burturlutað í . Kappingin verður á fótbóltsvøllinum uttanfyri Fiskivinnuskúlan.
Lutaseðlar til neytamykjukappingina kunnu keypast fyri 75 kr. í handlinum hjá J. P. Lamhauge í Vestmanna, umframt at næmingarnir eisini ganga runt í húsini í Vestmanna og selja.

Tað er ókeypis atgongd henda dagin, og ØLL eru hjartaliga vælkomin!