Familjugudstænasta og adventshugni

Komandi sunnudag, 1. sunnudag í advent, verður skipað fyri familjugudstænastu og adventshugna í Vestmanna Kirkju.

Familjugudstænasta
Komandi sunnudag kl. 11, 1. sunnudag í advent, verður familjugudstænasta í Vestmanna Kirkju, har Inga Poulsen Dam prædikar.
Sunnudagsskúla børnini luttaka við sangi.

Adventshugni
Kl. 19 sunnukvøldið skipar Vestmanna Kirkjukór fyri adventshugna í Vestmanna kirkju.

Sungnir verða jólasangir, bæði nýggir og kendir, eisini verður felagssangur.
Sum nakað nýtt fer ungi vestmenningurin John Jacobsen at leggja solorødd til nakrar sangir. Erla Olsen (yngra) leggur eisini rødd til sangin O,holy night saman við kórinum, sum telur um 30 sangarar.
Kórleiðari er Erla Olsen og Jóannes á Váli hevur undirspælið. Prestarnir í Norðstreymoy luttaka.

Aftaná verður boðið til kaffi og rís a’la mande í kirjukjallaranum.