BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Fangakórið úr Vridsløseville syngur í Vestmanna Kirkju

10.08.2015


Góðu miðlar

Sera forkunnuga og víðagitna Fangakórið úr Vridsløselille (Liggur við Egon Olsens vej) kemur nú til Føroya at halda konsertir, 13.-18.august –sí skránna hjá kórinum her.

Kórið hevur sungið í meira enn 400 kirkjum í Danmark. Fleiri enn 150 kirkjur eru á bíðilista.

Fangakórið hevur eisini ferðast í fleiri londum m.a.Týskalandi og í Grønlandi.

Allastaðir har kórið hevur sungið, hevur tað verið fyri fullsettum húsi.

Fangakórið er sera sjáldsamt, av tí at tað eru langtíðar fangar, sum syngja egnar sangir um umsorganarsvík, sakn, kærleika, fyrigeving, manglandi kærleika og óttanum fyri aftur at verða frælsur. Tónleikin hava fangarnir komponerað saman við framúrskarandi dirigentinum og stovnaranum av kórinum Louise Adrian.

Eg havi verið til nakrar konsertir hjá hesum kóri og tað er eitt fantastiskt upplivilsi hvørjaferð. Serliga er tað teirra ráðu textir og intensa nærvera í framførslunum sum rørir við hjartað.

Við at hyggja at viðfestu fílu, fáa tit nærri at vita um ferð og skrá teirra Fangakórsins og um hvussu tit kunnu fáa enn meira at vita um hesa forvitnusligu vitjan.

Kórið kemur at búgva á nýggja Blákrossheiminum á Nesi.

Av tí at eg samskipi túrin í Føroyum bjóði eg tykkum til ein kaffimunn mikumorgunin 5. august kl.10. Har verður nærri kunnað um vitjanina. Kunningin verður í prestagarðinum í Sandagerði.

Eg havi forvitnisliga bók, dokumentar DVD og tveir cd við Fangakórinum, sum tit kunnu brúka eftir tørvi uttan coda ella aðrar bindingar.

Tit eru eisini vælkomin at seta tykkum beinleiðis í samband við pr-mannin hjá kórinum, sum verður við á ferðini:
Jørgen Diswal
Fotojournalist
Videojournalist
+45 4018 8898
diswal@mail.dk

Til tykkara, sum hava áhuga fyri tí, ferð hann at senda dagligar smáar søgur og myndir frá ferðini, sum tit kunnu brúka í tykkara miðlum.