BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Faroe5 í Vestmanna

Nú koma tær til Vestmanna!

Fyrsti føroyski gentubólkurin FAROE5 - við bæði orkumiklum dansiløgum og vøkrum, inniligum balladum.

Ungdómshúsið STAÐIРskipar fyri konsert við FAROE5 í Auluni í Vestmanna skúla, sunnukvøldið 15. februar kl. 19.00.
Atgongumerkini kosta 80,- kr.

Eitt av løgunum er bæði á føroyskum og enskum. Tað er lagið Eina langa nátt, sum ber til at hoyra á www.myspace.com/faroe5.
Annars er helmingurin av løgunum á føroyskum, og hin helmingurin á enskum. Eisini spennandi nýggja føroyska/kanadiska rapp-talentið Thor er við til konsertina og setur sín dám á tvey av løgunum.

Fleiri av løgunum eru longu hits: Bara Eitt Spæl, Tú Fert Altíð At Vera Har og ikki minst vakra lagið Tell Me Now, sum vísir eina meira búnað síðu av FAROE5, og júst nú er eisini íoyrafallandi lagið E Vil Hava T sett í umferð á útvarps-rásunum.

Øll eru vælkomin.