BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Felags foreldrafundur í Vestmanna Skúla

29.09.2014

Felags foreldrafundur verður í auluni í Vestmanna Skúla 30. septembur kl. 19. Vit fáa vitjan av Guðrun Horn, sum kemur at hava spennandi fyrilestur fyri okkum við evninum: Hví rørslur?

Ein stór donsk kanning frá 2011 vísir á, at 3. hvørt barn hevur motoriskar avbjóðingar.
Vit vita ikki, um hetta er soleiðis í Føroyum, men víst verður á, at tá børn hava vánaligan motorik, hava tey ofta trupult við at fylgja við í skúlanum. Tá er tað ikki bert motoriskt, men eisini í innlæringini og kunnu tey somuleiðis hava órógv í kroppinum.
Umvent vita vit, at børn sum tíðliga í lívinum gerast fysisk aktiv, læra skjótari og gerast enn betur til at hugsavna seg.
Hetta er alt góðar orsøkir til at geva rørslumenningini størri ans.

Vit kunnu hugsað um, hvussu vit menna eitt gott umhvørvi til at røra seg bæði inni og úti.
At vit sum foreldur eru fyrimyndir, við at vísa gleði og sjálvi hava hug til at brúka kroppin.

Guðrun hevur sjálv onnur verði við til at geva út eitt hefti um rørslur. Hefti eitur: Latið børnini spæla. Høvið verður at keypa hefti á foreldrafundinum.

Vit gleða okkum at síggja nógv foreldur til foreldrafundin.

Skúlastýrið í Vestmanna