OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 10.12.2019

Felags nýggjárshald

16.12.2019



 



 

Aftur í ár skipa VÍF, Vestmanna Kirkja og Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjárshaldi.

Byrjað verður kl. 18.00 við Gamlaárskvøldsguðstænastu í kirkjuni. Maria Summers við Skipá, prestur, prædikar. 

Beint aftan á guðstænastuna, tá ið fólk kemur úr kirkjuni, verður skipað fyri kyndlagongu fyri børn og vaksin. Byrjað verður á parkeringsplássinum niðan fyri dansistovuna og gingið verður út eftir Bakkavegi og oman á keiina. Felags bál verður niðan fyri Vestmanna Fiskavirki, og Vestmanna Kommuna skjýtur fýrverk.

Vestmanna Kommuna vónar, at alt bygdarfólkið og gestir við fara at taka væl ímóti hesum nýggja tiltaki, so tað kann vera endurtikið komandi árini.