Felagsvenjingar fyri pensjónistar veturin 2013/2014

03.09.2013

Fyribyrgjandi rørsluvenjingar fyri pensiónistar í Vestmanna og Kvívíkar Kommunum

Skipað verður fyri felagsvenjingum á Heiminum á Grønanesi, har dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar.

Endamálið við venjingunum er at økja førleikan og vælveruna hjá tí einstaka borgaranum, so borgarin so leingi sum til ber verður sjálvhjálpin bæði heima og úti.

Venjingartíðir:    Týsdagar og fríggjadagar kl. 16 - 17.
Byrjað verður týsdagin 10. september 2013 kl. 16.00
 
Staður:  Heimið á Grønanesi 
 
Flutningur: Bussur koyrir til og frá eftir ynski
 
Tilmelding:  Á tlf. 762204 áðrenn 5. sept. kl. 12.00 

 

Økisterapeutarnir