Felagsvenjingar fyri pensjónistar

15.04.2010

Mánadagin 19. apríl kl. 14 fara pensjónistar í Vestmanna og Kvívíkar Kommunum at gera felagsvenjingar saman.

Tað er Øki 2 hjá Nærverkinum, sum skipar fyri venjingunum, har dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkjandi venjingar. Endamálið er at økja nøgdsemi hjá tí einstaka brúkaranum, og at brúkarin so leingi sum til ber verður sjálvhjálpin bæði heima og úti.

Pensjónistar í Sundalagnum og í Vágunum hava havt hetta tilboð eina tíð, og afturmeldingarnar eru sera jaligar, tey eldri siga seg hava fingið tað betri bæði likamliga og sálarliga.

Felagsvenjingarnar verða í fimleikahøllini í Kvívíkar Skúla.

Venjingartíðir:   Mánadag og mikudag kl. 14 til 15

Stað:                   Fimleikahøllin í Kvívíkar Skúla

Tilmelding:         Á tlf. 282059