BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Felagsvenjingar fyri pensjónistar

26.09.2011

Nú verður á tríðja sinni skipað fyri felagsvenjingum fyri pensjónistar.

Pensjónistar í Vestmanna og Kvívíkar Kommunum fara nú aftur at gera felagsvenjingar saman. Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar. Venjingarnar byrja mikudagin 28. september '11 kl. 16.

Endamálið er at økja um vælveruna hjá tí einstaka, og at brúkarin so leingi sum til ber verður sjálvhjálpin bæði heima og úti. Tað er Øki 2 hjá Nærverkinum, sum skipar fyri venjingunum.

Venjingartíðir:    Mána- og mikudagar kl. 16 - 17.
Byrjað verður mikudagin 28. september 2011 kl. 16.00
 
Staður:  Fimleikahøllin í Kvívíkar Skúla
 
Flutningur: Bussur koyrir til og frá eftir ynski
 
Tilmelding:  Tlf. 762204
Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur