Ferðslan á Fjarðastevnu

01.07.2010

Í sambandi við Fjarðastevnuna, sum verður í Vestmanna komandi vikuskifti, eru broytingar í ferðsluni:

Leygardagin 3. juli frá kl. 13.00 til 18.00 verður einvegis ferðsla inn aftir Niðara Vegi frá Missjónshúsinum inn til Fossáverkið
og einvegis ferðsla úteftir Ovara Vegi frá landsvegnum út til Fjalsveg.

Bilar við kappróðrarbátum kunnu tó koyra út eftir Niðara Vegi.

Skelti eru uppsett, sum vísa á broytingarnar í ferðsluni.

Ímeðan kappróðrurin er, koyra Bygdaleiðir til og frá Magn-støðini.

 

Frá Vestmannahavnar Havn:

Óviðkomandi skip og bátar verða biðin um at halda seg burtur frá róðrarøkinum ímeðan róð verður kapp á Fjarðastevnu.