BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Fíggjarætlan og røktarheim

18.12.2009

Fíggjarmálaráðið og Vestmanna Kommuna vóru ikki samd um, at fíggjarætlanin, sum varð samtykt á bygdarráðsfundi 18.11.’09, leyk allar treytirnar, sum Fíggjarmálaráðið setti kommununi í sambandi við lántøkuna til røktarheimsbyggingina.

Bygdarráðið samtykti tí broytta fíggjarætlan á fundi 15.12.’09, so ongin ivi skuldi vera um, at allar treytir eru loknar. Nakrar sparingar eru gjørdar, so at hallið fyri 2010 lækkar úr 3.529.632 kr niður í 2.831.344 kr.

Váttan er nú komin frá Fíggjarmálaráðnum um, at broytta fíggjarætlanin lýkur teirra treytir, og at Fíggjarmálaráðið hevur givið Almannamálaráðnum boð um at senda okkum váttan um stuðul.

Um onki óvæntað hendir, so verður byrjað upp á røktarheimið í februar ella mars 2010.

Vestmanna Kommuna plagar at bera fíggjarætlanina út í húsini millum jól og nýggjár, men  hesuferð verður hon ikki borin út fyrr enn um 20. januar ’10. Ein orsøk er, at endaliga góðkenningin av fíggjarætlanini varð seinkað. Onnur orsøk er, at nýggj roknskaparskipan verður nýtt, tí verður neyðugt at tillaga gomlu uppsetingina til nýggju skipanina.