BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Fíggjarætlanin fyri 2010

Bygdarráðið samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2010 á bygdarráðsfundi mikukvøldið 18.11.’09. Fíggjarætlanin er nógv merkt av teimum krøvum, sum Fíggjarmálaráðið setti kommununi fyri at fara undir at byggja røktarheimið.

Fíggjarmálaráðið kravdi, at kommunuskatturin varð hækkaður við einum prosenti - úr 22% upp í 23%. Harumframt kravdu teir, at vit skulu hava 6 milliónir kr í yvirskoti fyri røktarheimskostnað og avdráttir, og hallið á fíggjarætlanini skal í mesta lagi vera 5 milliónir kr.

Samtykta fíggjarætlanin lýkur tey krøv, sum Fíggjarmálaráðið setti okkum. Skattaprosentið er hækkað, meðan barnafrádráttur og dagstovnagjøld vera tey somu sum í ár. Hallið á fíggjarætlanini er væl lægri enn tær loyvdu 5 milliónirnar, tað er um 2,2 milliónir.

Treytirnar frá Fíggjarmálaráðnum fella burtur, tá kommunuskuldin (netto) er komin niður um eina álíkning. Um alt gongur eftir ætlan, so verður tað í 2013.

Bygdarráðið góðtók treytirnar frá Fíggjarmálaráðnum, hóast vit meta onkrar av teimum óneyðugar. Vit gótóku treytirnar, tí at vit høvdu fingið eina evstufreist til 19.11.’09 frá Almannamálaráðnum at svara, um farið varð undir røktarheimið. Um vit ikki svaraðu fyri freistina, so var vandi fyri, at røktarheimið varð seinkað, ella at onki røktarheim varð bygt á hesum sinni. Bygdarráðið heldur, at røktarheimið er ein neyðug íløga, sum bæði skapar trivnað og arbeiðspláss í bygdini, harumframt er rætta tíðin at byggja nú – ein seinkan kundi havt stóran meirkostnað við sær.

Fíggjarætlanin verður eins og undanfarin ár borin í húsini stutt fyri ársenda.