BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Fíggjarætlanin fyri 2012 samtykt

08.12.2011

Bygdarráðið samtykti á bygdarráðsfundi 29.11.-11 einmælt fíggjarætlanina fyri 2012.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar at vera 28.285.000 kr í mun til 28.169.000 kr í 2011. Skattir o.a. eru mettir til 34.665.000 kr í mun til 34.540.000 kr í 2011. Íløgurnar (netto) eru 8.200.000 kr, í fjør vóru tær 10.000.000 kr; næstan allar íløgurnar fara til røktarheimið. Avdráttirnir eru 3.700.000 kr, hetta er sama upphædd sum í fjør. Renturnar eru 2.000.000 kr í mun til 1.900.000 kr í 2011.

Skattaprosentið er óbroytt 23%; sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið kunnu vit ikki lækka tað, fyrr enn kommunuskuldin er komin undir eina álíkning. Barnafrádrátturin er óbroyttur - 4.000 kr fyri hvørt barnið. Foreldragjøldini eru eisini óbroytt - 1.800 kr fyri hvørt barnið í dagstovni og 1.100 kr fyri hvørt barnið í frítíðaransingini.

Fíggjarætlanin verður væntandi borin út í húsini fyri jól.